![Vit trúgva, og tí tala vit Søga Bøkur](http://manna.fo/cdn/shop/products/vit-trugva-og-ti-tala-vit-soga-bokur-114762_493x700.jpeg?v=1593647563)
Vit trúgva, og tí tala vit
200,00 kr
Úr kirkju- og missiónssøguni 4
Í hesi bókini fært tú søguna um fyrsta trúboðaran í kirkjuligu vekingarsøgu Føroya.
Tú fært upplýst, nær tann prestlærdi Axel Frederik Moe varð settur trúboðari, hví hann varð settur, og hvussu tað bar til, at hann varð settur á tann hátt.
Greitt verður frá samanbrestum við aðrar hugsjónir báði politiskar og andligar.
Víst verður á vanakristindóm, og víst verður á, hvussu summi taka við, og summi vísa frá sær sama gamla gleðiboðskapin.
Tú fært innlit í, hvussu danska kirkjuliga Indre Missión festi fót í Føroyum, og hvussu hon varð grundarlagið undir Kirkjuligu Heimamissiónini, sum vit hava hana okkara millum í kirkjuni í dag.