Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 300 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 300 kr.

Urimeligt godt nyt

200,00 kr

Vanliga verður hendingin í 1517, tá ið Luther sló tesurnar upp, sæð sum byrjanin til trúbótina. Men fyri Luther sjálvan var henda hendingin og uppgerðin við avlátshandilin í veruleikanum bara ein síðugrein av tí, sum veruliga upptók hann.

Tað avgerandi kollbrotið, sum førdi til trúbótina, var nýggja fatanin hjá Luther av innihaldinum í Bíbliuni – og við tí, hvat ið er tað berandi í kristnu trúnni.

Hetta evangeliska frambrotið og tær avleiðingarnar, sum tað fekk fyri gudfrøði, etikk og samfelagslív, er grundarlagið undir hesi frágreiðingini, sum gevur eina nágreiniliga og samstundis eyðskilda innførslu í høvuðsevnini í trúbótini.

Asger Chr. Højlund er professari á Menighedsfakultetet í Aarhus, og hann hevur ígjøgnum nógv ár nomið sær djúptøknan kunnleika til persónin Luther og hansara skriftir. Bókin er eitt gullnám fyri ein og hvønn, sum vil vita meira um tað, sum fyri 500 árum síðan setti trúbótina, sum hevur myndað kirkjuna fram til í dag, í gongd.

 

Rithøvundur: Asger Chr. Højlund
Forlag: Kolon
Útgivin: 2017
Blaðsíður: 191