Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Tro trodser ISIS

Útselt
150,00 kr
Hørð forfylging fer fram av kristnum í Miðeystri, meðan allur heimurin sær.
 
ISIS hevur sum greitt mál fullkomuliga at sleppa sær av við kristin. Støðan er sera álvarsom fyri kristin og aðrar minnilutar. Teir víðgongdu forfylgja og drepa børn og vaksin í hópatali ella reka tey burtur frá húsi og heimi. ISIS hevur boðað frá, at teir halda fram við síni herferð, til kristindómurin er beindur burtur úr heiminum – heilt frá teimum fornkristnu økjunum til okkara egna grannalag.
 
“Tro trodser ISIS” talar søkina hjá teimum forfylgdu. Johnnie Moore prógvar hóttanina frá ISIS móti alheims kristindóminum ígjøgnum sín djúptøkna kunnleika til fløktu viðurskiftini í Miðeystri. Hann vísir okkum á djarvar menn og kvinnur, sum við lívinum í váða standa ímóti ISIS mitt í harðskapinum.
 
Johnnie Moore heldur seg ikki til bara at greiða frá ræðuleikunum. Hann eggjar til handling og kemur við ítøkiligum uppskotum til, hvat vit kunnu gera fyri at vinna á nútíðarinnar harðrendu átrúnaðarligu forfylging.