Stor er verden sort er natten
Spennandi skaldsøga um flýggjan og friðskjól.
Summarið 1939. 15 ára gamli Julien Losier er, saman við familjuni, flýddur úr París til ein lítlan bý í suðurfronsku fjøllunum. Í París ræður óvissan um framtíðina, og javngamli jødiski drongurin, Benjamin Keller, sleppur tí at búgva hjá teimum.
Men eisini her niðri nøtrar luftin av krígsótta og søgum um kríggj. Teir báðir dreingirnir fáa at kenna, at fremmand eru ikki vælkomin, líkamikið hvaðani tey koma.
Samstundis flýggja jødisku systkini Nina og Gustav úr Wien. Tey hava sæð andlitið á nasismuni og mugu úr Eysturríki, áðrenn tað er ov seint.
Ein spennandi søga um flýggjan og friðskjól, hatur og kærleika, fíggindskap og vinalag og um miskunnsemi, tá ein minst væntar tað.
Rithøvundur: Heather Munn & Lydia Munn
Forlag: Lohse
Útgivin: 2016
Blaðsíður: 331