Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 300 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 300 kr.

Slip kontrollen og slap af

Útselt
100,00 kr

“Slip kontrollen og slap af” er ein góð og saklig bók um foreldravegleiðing. Hon hevur tilfar til læring og eggjan í tí at vera foreldur, og hon gevur góð dømi um, hvussu tú handfer tað trupla. Tað er deiligt at hava tannáringar. Tað gevur avbjóðingar, menning og møði.

Bókin avnoktar ikki tað trupla í at vera foreldur, tá ið børnini vilja loysa seg frá teimum. Tað er eitt trupult tíðarskeið í lívinum, bæði fyri tey ungu og foreldrini, men tað trupla er ofta ein inngrógvin partur av okkara fatan av “góðari uppaling”. Bókin slær teg ikki í høvdið við tí, tú átti at havt gjørt, ella tí, sum tú gjørdi og ikki eydnaðist. Harafturímóti gevur hon góð ráð, amboð og íblástur til at sleppa tamarhaldinum og taka sær av løttum. Tað kann eydnast. Tað eru nýggir vegir og nýggjar vónir. “Slip kontrollen og slap af” kann viðmælast øllum foreldrum at tannáringum.

 

Rithøvundur: Tim Sanford
Forlag: Lohse
Útgivin: 2009
Blaðsíður: 175