Slaget om 6
Sum kristin eru vit í fíggindalandi. Vit eru í kríggi móti syndini, og freistingarnar eru allastaðni. Og ert tú kallkyn í okkara mentan, so ert tú veruliga kringsettur av kynsligum freistingum.
Jens vil, at kynslív verður hildið innanfyri hjúnalagið – og bara har! So hvussu ansar ein sær, tá ið kynshugin leikar í í likami og sinni? Slepst undan at falla í kynsliga synd aftur og aftur.
Bill Perkins og Randy Southern taka ógvisliga kynshugin hjá ungum monnum í álvara. Teir geva bíbilska vegleiðing, ítøkilig ráð og eggjan til bardagan móti kynsligum syndum. Hvør kapittul tekur samanum við spurningum til persónliga umhugsan.
Bókin vendir sær serliga til ungar ógiftar menn – men allir menn og allar kvinnur kunnu fáa gleði av vegleiðingini í bókini, hvussu vit kunnu sleppa undan at laga okkum eftir eini og hvørjari synd.
Rithøvundur: Bill Perkins og Randy Southern
Forlag: Credo
Útgivin: 2005
Blaðsíður: 137