Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Sensommerfarver

150,00 kr

Tað eru bæði avbjóðingar og gleðir við at gerast gamal. Summi fáa sjúku at dragast við og missa, meðan onnur uppliva tað lívsjáttandi at hava meira frítíð, og sjálvi kunna leggja dagin til rættis uttan at skulu røkja eitt lønt arbeiði.
Thomas Kristensen, sum hevur verið sóknarprestur í 40 ár, skrivar um báðar møguleikarnar. Í hesi bókini vísir hann á nakrar av teimum litunum og fruktunum, sum seta dám á lívsins seinsummar. Hann setir fokus á ymsar møguleikar, sum hoyra til hendan partin av lívinum. Eisini vísir høvundurin á, at Bíblian hevur nakað at siga um hesa støðuna.
Í bókini verður eisini víst á, hvussu gudstænastan og sálmasangurin á ein serligan hátt kann fevna um eldratilveruna.
Hvør partur í bókini er myndprýddur við vøkrum fotomyndum, sum høvundurin hevur tikið.

 

Rithøvundur: Thomas Kristensen
Forlag: Lohse
Útgivin: 2021
Blasíður: 77