Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Projekt Proxima

230,00 kr

Hvussu hevði verðin sæð út, um Ádam og Eva ikki høvdu etið av fruktini?
Kvinnan sá, at træið var gott at eta av og lokkandi at hyggja at. Men hon tók ikki av fruktini og át ikki. Hon vendi sær til mann sín, sum var hjá henni, og segði: “Ormurin lýgur”.
Øll kenna gomlu søguna: Maðurin og kvinnan mótvegis orminum. Menniskjað sigrar. Ormurin verður knústur. Men hvat nú, um menniskjað veruliga hevði etið av tí forbodnu fruktini?
Høvundurin  sigur seg vera kallaðan til at svara júst hesum spurninginum, og hansara gransking av tí øvutu gomlu søguni førir daprar ásannanir við sær.
“Projekt Proxima” er ein sermerkt skaldsøga um menniskjans grundtreytir og kall, um Harrans stórleika og kærleika og um verðina, sum hon kundi havt verið.