
Perlen i sandet
Rahab er 15 ára gomul og longu ein vøkur kvinna, tá býur hennara Jeriko verður raktur av skerpingi. Familjan er illa stødd fíggjarliga, og pápi hennara ger av, at Rahab skal vera teirra bjarging. Hon er dugnalig til sítt óvirðiliga starv sum skøkja, men kenslan av sviki og virðisloysi víkir ongantíð frá henni.
Ár seinni ganga søgur um ísraelsmenn, sum vinna ein sigur fyri og annan eftir. Stendur Jeriko fyri tørni næstu ferð? Men søgurnar siga eisini, at tað er Ísraels Gud, sum frelsir fólk sítt og vinnur á teirra fíggindum. Rahab fær eina vón, og hon kennir ein longsul eftir einum øðrum lívi. Mitt í øllum rokinum í Jeriko kemur Salmon – ein av viðurkendu leiðarunum í Ísrael – inn í lívið hjá Rahab, og spakuliga broytist teirra áskoðan á bæði seg sjálvi og Gud.