Pas godt på dig selv
Tað er ikki bara sum at siga tað at ansa eftir sær sjálvum, tá ein stendur í eini kristnari tænastu. Og hóast ósjálvsøkni er ein góður eginleiki, er tað umráðandi ikki at leggja so nógv trýst á seg, at tað enda við strongd og at tú verður útbrendur. Um vit veruliga vilja tæna Gudi og øðrum menniskjum, hava vit brúk fyri at kunna vera still, hvíla og savna styrki av nýggjum.
At ansa eftir okkara egna “víngarði”, talentum, gávum og kensluligum tilfeingi, er tað ikki bara ein frammihjárættur, men ein skylda. Og tað kann vera eitt álvarsligt mistak, ja, enntá synd, at misrøkja sín egna tørv.
Hendan bókin kann hjálpa kristnum at finna javnvágina millum tænastu og afturtøku, millum tað átrokandi og neyðuga arbeiði øðrumegin og tørvin á hvíld og heilsubót hinumegin.
Rithøvundur: Pablo Martinez
Forlag: Credo
Útgivin:2020
Blaðsíður: 136