Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 300 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 300 kr.

Opstand om opstandelsen

150,00 kr

Hvat meinar kirkjan veruliga, tá hon sigur, at Jesus reis upp frá teimum deyðu? Hendi veruliga nøkur uppreisn? Og um so var, var hon so likamlig ella bara ein andlig uppreisn? Tað er tað als ikki semja um, og kjakast hevur verið um hesar spurningar gjøgnum alla kirkjusøguna. Ein røð av prestum og gudfrøðingum útgreina í hesi bók próvgrundirnar fyri, hví Jesu uppreisn skal skiljast júst so beinleiðis, sum fólk vanliga uppfata hana, og sum tekstirnir í Nýggja Testamenti leggja upp til. Jesu uppreisn er nevniliga tann hendingin, sum allur kristindómurin stendur og fellur við. Sum Paulus sigur: “Men er Kristus ikki risin upp, tá er prædika okkara fáfongd, tá er eisini trúgv tykkara fáfongd. (1 Kor 15,14).

 

Rithøvundar: Jørgen Sejergaard og Henrik Højlund
Forlag: Credo
Útgivin: 2016
Blaðsíður: 160