Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Myndakalendarin 2025

Útselt
98,00 kr

Myndakalendarin 2025 

 

Myndakalendarin 2025 er komin. Hetta er 9. árið á rað at myndakalendarin kemur út. Myndirnar eru tiknar kring alt landið á einum av teimum nógvu túrunum, myndamaðurin Finleif Mortensen hevur verið. Ein mynd er til hvønn mánað. Eitt kort, sum vísir staðið, myndin er tikin, og nakrar reglur, sum lýsa staðið, eru eisini við. Hetta er skrivað bæði á føroyskum og enskum máli. 

Sjúrður Poulsen og Hanus Kjølbro hava lagt til rættis, týtt og rættlisið 

Á baksíðuni eru upplýsingar um hægstu fjøllini, størstu vøtnini og annað. 

Kalendarin er hentur at hava, og er eisini ein góð gáva at geva vinum her á landi og uttanlands. Kalendarin fæst á manna.fo, í bókahandlum og ymiskum sølustøðum kring landið og kostar kr 98,00. 

Ágóðin av søluni av kalendarunum fer til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík.