Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 300 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 300 kr.

Lívgað sjófólk í eina øld - Sjómansmissiónin 1918-2018

259,00 kr

12. august 1918 vórðu eini hús á Tvøroyri keypt fyri 18.000 krónur at nýta til sjómansstovu. Soleiðis byrjaði Sjómansmissiónin í Føroyum. Arbeiðið vaks, og sjómansstovur og sjómansheim lótu upp kring landið, og á skipum vórðu møtir hildin. Sjómansmissiónin fylgdi sjómanninum í Føroyum, men eisini í Íslandi, Grønlandi, Bretlandi og Danmark varð stórt arbeiði gjørt at lívga sjófólk andaliga og handaliga.

Hetta er søgan um íðin undangongufólk og virkin tænastufólk, sum hava givið av síni tíð, orku og peningi, so at gleðiboðskapurin um Jesus í orði og verki skuldi koma út til sjófólk og onnur heima og úti.

 

 

Rithøvundur: Frants Jensen
Forlag: Heimamissiónsforlagið
Útgivin: 2018
Blaðsíður: 214