Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 300 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 300 kr.

Kom upp á fjallatind

259,00 kr

Av ævintýrakendu helluni norðast í Kalsoy til reystastu fjøll í Suðuroy. Í fagrastu, grønu summarlíðum til kaldasta hvíta vetrarbúna. Varisliga eftir smølum rókum og leikandi lætt í víðum dølum. Skoðandi yvir endaleysa havið og kagandi niður í flógva fuglareiðrið. Finleif Mortensen gevur tær her alla palettina av okkara 18 vænu oyggjum. Hann hevur verið á øllum fjøllum í Føroyum og gingið flestu dalarnar á tamb. Eitt óvanliga gott myndaeyga og djarvur sum fáur - altíð ytst á kantinum at fáa bestu myndirnar í kassan. Úrslitið er framúr. Njót og sansa.

Yvirskotið frá bókini fer til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík.

Rithøvundur: Finleif Mortensen
Forlag: Fjallamyndir
Útgivin: 2015
Blaðsíður: 176