Kirkens rolle i et pluralistisk samfund
150,00 kr
Broytingin í vesturlendskum samfeløgum, millum annað teimum norðurlendsku, sum eru vorðin meira fjøltáttað, ber í sær, at kirkjan ikki longur umfatar øll, men bara nøkur. Hesi viðurskifti kunnu føra til eina sannkenning, at kirkjan eigur at fremja ein kristnan felagsskap, ein kristnan livihátt og eina kristna tilverufatan, sum øll í samfelagnum ikki neyðturviliga eru samd um.
Henda bókin er eitt munadygt íkast til at menna eina fatan av kirkjunnar leikluti í einum fjøltáttaðum samfelagi. Hon grundgevur fyri, at fjøltáttingin í Norðurlondum ikki bara skapar avbjóðingar fyri kirkjuna, men eisini møguleikar.
Rithøvundur: Jeppe Bach Nikolajsen
Forlag: Kolon
Útgivin: 2017
Blaðsíður: 191