
Kalendarin 2022
Sættað árið á rað gevur forlagið Fjallamyndir út ein kalendara við forkunnugum fjallamyndum ymsastaðni úr Føroyum. Myndirnar hevur listamaðurin Finleif Mortensen tikið. Burtur úr stóru rúgvuni av myndum hevur Finleif valt hesar, sum allar eru tiknar spontant, uttan uppseting, á mongu fjallatúrunum í stórbæru føroysku náttúruni. Myndrinar umboða allar ársstíðir.
Tøkk til Sjúrð Poulsen og Hanus Kjølbro fyri tilrættalegging, týðing og rættlestur.
Kalendarin, ið á enskum hevur heitið “A view from the top”, er sera væl uppsettur við frágreiðingum til hvørja mynd á føroyskum og enskum. Eisini er við tekning á korti víst, hvussu ein skal ganga fyri at koma til staðið, sum er avmyndað.
Á baksíðuni eru nógvir hentir upplýsingar, millum annað hægstu fjøllini, størstu vøtnini og aðrir upplýsingar um landið sum heild.
Eins og undanfarin ár fer ágóðin av søluni til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík.