Víðari til innihald

Kalendarin 2021

89,00 kr

Fimta árið á rað gevur forlagið Fjallamyndir út ein kalendara við forkunnugum fjallamyndum ymsastaðni úr Føroyum. Tað er listamaðurin Finleif Mortensen, sum hevur tikið myndirnar, sum allar eru tiknar á fjallatúrum í føroysku náttúruni. Hann hevur, saman við Sjúrði Poulsen, lagt kalendaran til rættis, og Sendistovan hevur staðið fyri grafiska arbeiðinum og prenti.

Kalendarin, ið á enskum hevur heitið “A view from the top”, er sera væl uppsettur við frágreiðingum til hvørja mynd á føroyskum og enskum. Eisini er við tekning á korti víst, hvussu ein skal ganga fyri at koma til staðið, sum er avmyndað.

Á baksíðuni eru nógvir hentir upplýsingar, millum annað hægstu fjøllini, størstu vøtnini og aðrir upplýsingar um landið sum heild.

Eins og undanfarin ár fer ágóðin av søluni til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík.