Kærlighed driver frygten ud
Bróðir Nathan vaks upp undir vánaligum umstøðum í einari egyptiskari bygd, har pápi hansara var prestur fyri eini lítlari kristnari meinigheit. Tá Nathan var seks ára gamal, varð familjan rakt av einum sorgarleiki, tá pápi hansara á ógvisligan hátt varð myrdur av ókendum gerningsmonnum.
Morðið á pápan fær avgerandi týdning um Nathan, og í mong ár er hann fyltur av hatri og ynski um at hevna. Bókin er frásøgnin um veg hansara frá hatri til fyrigeving. Søgan er ein inniligur vitnisburður um ein vanligan mann, sum livir av trúnni á Jesus og tekur hvønn dag av Guds hond.
Bróðir Nathan er í dag sjálvur evangeliskur prestur í Egyptalandi, eitt land har spenningarnir millum kristin og muslimar hava verið í øldir og hava týdning fyri gerandisdagin hjá teimum, sum liva har. Hann býr í Kairo saman við konu síni. Tey eiga trý børn.
Rithøvundur: Broder Nathan og David Culross
Forlag: Lohse
Útgivin: 2016
Blaðsíður: 197