Kæreste Dietrich
Týski presturin og guðfrøðingurin Dietrich Bonhoeffer er kendur fyri sína mótstøðu móti Nazi-stýrinum, og fyri sítt trúfesti móti Gudi heldur enn statinum. Men bert fá vita, at tey seinastu árini í lívi hansara eisini rúmaðu eini serligari kærleikssøgu.
Maria von Wedemeyer kennir til krígsins beisku veruleikar. Elskaði faðir hennara og bróðir eru báðir dripnir á vígvøllinum. Tað seinasta, hendan lívliga unga kvinnan hevur brúk fyri, er at forelska seg í einum manni, sum er undir støðugum eftirliti av Gestapo. Men tá Dietrich Bonhoeffer, sum er ein gamal vinur hjá familjuni, kemur fyri at sýna von Wedemayer familjuni samkenslu eftir teirra miss, varnast hon, at kærleikin ikki altíð er logiskur.
Dietrich sjálvur hevur avgjørt at halda seg burtur frá romantiskum sambondum. Men tá hann hittir eina kvinnu, hvørs vitska og sannføring hóskar til hansara egnu, má hann viðurkenna, hvussu lætt ein kann missa sítt hjarta.
Men teirra djúpi kærleiki er vandamikil – og hvørki Dietrich ella Maria eru fyrireika til ta framtíð, sum bíðar teimum.
um rithøvundan:
Amanda Barrat er ein amerikanskur rithøvundur. Hon hevur serligan ans fyri frábrigdum í søguligum tilfari, sum onnur ikki hava givið sær far um. Tað er serliga hesi evni, hon byggir sínar frásagnir á. Hon hevur skrivað nógv, bæði skaldsøgur og stuttsøgur, og hon hevur vunnið fleiri virðislønir fyri sínar bøkur. Hon býr saman við húski sínum norðarliga í Michigan.
“Kæreste Dietrich” er tann fyrsta skaldsøgan hjá Amandu Barratt, sum er týdd til danskt.