Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Jesu afskedstale 1

Útselt
250,00 kr

Prædikurnar hjá Luther yvir kapitlarnar 14 til 16 í Jóhannesar evangelii. Í fyrru bókini verður kapittul 14 viðgjørdur, og í seinnu bókini verða kapitlarnir 15 og 16 viðgjørdir.

Í hesum kapitlunum hjá Jóhannesi kunnu vit lesa tað seinasta, sum Jesus segði við lærusveinar sínar, áðrenn hann varð tikin á hondum og sendur til at verða avhoyrdur, dømdur til deyða og krossfestur. Hetta eru kapitlar, sum mong hava lisið og kenna væl.

Luther prædikar eitt einfalt og gerandisligt mál. Hann talar beinleiðis til vanliga menniskjað, og tað er eisini viðkomandi lesnaður fyri okkum eini 500 ár eftir, at prædikurnar vórðu hildnar. Luther fer her í dýpdina við hesum seinastu orðunum frá Jesusi til lærusveinarnar, og hann letur upp orðini, so at lesarin kann síggja betur, hvat tað, sum Jesus segði, hevur at týða fyri okkum í dag.

 

Hetta er bók 1 av 2

 

 

Rithøvundur: Martinus Luther
Forlag: LMBE
Útgivin: 2016
Blaðsíður: 278