Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 800 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Játtanir Augustinusar

298,00 kr

Aurelius Augustinus er tann týdningarmesti av øllum teimum latínsku kirkjufedrunum. Hann hevur sett sín dám á gudfrøði og kirkjulív og hevur haraftrat havt alstóran týdning fyri vesturevropeiska mentanarliga siðaarvin í víðari merking.

Játtanir Augustinusar er ein av teimum mest týðandi og mest nýskapandi verkunum í latínskum bókmentum. Bókin er skrivað, tá ið høvundurin var fyrst í fýratiárunum í teimum seinastu árunum av fjórðu øld e. Kr. og í teimum fyrstu árunum, hann var biskupur. Hon endurspeglar lív hansara og virksemið við at endurminnast og tulka eina lívsgongd. 

Í síni sjálvsævisøgu skrivar hann um tvørleikarnar barnaárini í Tagaste í Norðurafrika, knossið at koma ígjøgnum ungdómsárini í Karthago, tíðarskeiðið, hann var manikeari, um móðurina Moniku, um sína umvending til kristindómin og um dópin í meginkirkjuni í Milano. 

Henda útgávan, sum er tað fyrsta av Augustinusi,  ið útgivið er á føroyskum, hevur Confessiones í heilum líki, eisini tær tríggjar seinastu heimspekiligu bøkurnar um tíðina og skapanarsøguna, sum sjáldan verða tiknar við. Her kemur týðuliga til sjóndar, hvussu djúphugsandi og fjøltáttaður Augustinus er.