
Jana - eitt hjartabarn
"Hví vit," spurdi Helena á veg av Ríkissjúkrahúsinum og hugdi niður í vegin fyri at krógva tárini. Læknin hevði givið teimum greið boð: "Summar av heilakyknunum í Janu vóru gingnar til grundar og fóru ongantíð at koma aftur."
Jana var fødd ein sunnumorgun í 1966. Hon var fullborin, vigaði 7 pund, hevði ljóst hár og blá eygu. Men skjótt varnaðust foreldrini, at okkurt bilti henni. Tað bar ikki til at fáa eygnasamband við hana. Helena og Hanus fingu boðini, at Jana var menningartarna, tá hon var 4 ár. Læknin segði eisini, at tey kundu senda hana á Rødbygaard.
Tá á døgum, blivu øll føroysk børn, sum vóru so brekað, at foreldrini ikki maktaðu at hava tey heima, send til Danmarkar. Har búðu tey á stovni saman við 800 øðrum; svóvu í stórum salum og gingu eins ílatin millum starvsfólk, sum ikki skiltu føroyskt. Foreldrini vitjaðu tey sjálvdan, tí tað var langt og dýrt at ferðast, og hjá nógvum slitnaði alt sambandi.
Hetta vildu Helena og Hanus ikki. Jana skuldi ikki á Rødbygaard. Saman við 70 øðrum foreldrum og avvarðandi stovnaðu tey felagaðið Javna. Helena gjørdis formaður og felagið fór undir at skapa betri kor í Føroyum fyri menningartarnað - kor, sum kundu geva dóttir teirra og øllum føroyingum, sum vóru goymdir burtur á Rødbygaard, eitt virðiligt lív.
Rithøvundur: Tórun Ellingsgaard
Forlag: Elri
Útgivin: 2006
Blaðsíður: 248