Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Har úti á Álakeristrøðni

Útselt
200,00 kr

Úr kirkju- og missiónssøguni 3

Tá ið havnarfólk umtalaðu Navigatiónsskúlan fyri nú 100 árum síðan, søgdu tey, at hann var har úti á Álakeristrøðni - úti á Lágabø. Hetta var uttan fyri gamla bøgarðin, ið gekk oman, har sum Tórsgøta seinni varð gjørd.

Tað vóru teir báðir hugsjónarmenninir Viggo Ryving-Jensen, cand. phil., og Andreas Nielsen, stýrimaður, sum bygdu føroyingum henda fyrsta skiparaskúlan í 1905. Hesin skúlin var ætlaður eisini at útbúgva báði stýrismenn og motorpassarar, og hann var førur fyri tí. Hesum verður sagt frá í bókini.

Vit lesa eisini annað um hesar báðar menninar, tí teir vóru tveir verðar á kirkjugøtuni, og varðar síggjast. Teir fóru at skipa fyri eitt kristiligt leikmannaarbeiði, og teir stovnaðu báði eitt KFUM-felag og eitt KFUK-felag í Havn.

Meðan teir vóru í Føroyum árini 1904-1916, høvdu teir báði viðrák og mótstreym. Teir høvdu makligan undanbyr, tó mest kolandi storm ímóti. Men teir fingu lívd av landi.

Um alt hetta kanst tú lesa í bókini: Har úti á Álakeristrøðni.

 

Rithøvundur: Johs. Andr. Næs
Forlag: Heimamissiónsforlagið
Útgivin: 2005
Blaðsíður: 261