Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Hans Nielsen Hauge

225,00 kr

Søgufrøðingurin Karsten Alnæs hevur sagt, at tað eru tveir persónar, sum hava broytt Noreg: Ólavur Heilagi og Hans Nielsen Hauge.

Í hesi bók vísir Alv Magnus, hví hann hevur rætt viðvíkjandi Hauge.
Evangeliið er ein kraft til sosiala broyting. Noreg gjørdist eitt betri land at búgva í fyri tey flestu, eftir at Hans Nielsen Hauge hevði endað sína tænastu. Hansara undrunarverda lív er fylt við spenningi. At ein maður við øllum statsvaldinum og tí sosialu elituni ímóti sær kundi skapa so stórar broytingar til tað betra, er eitt nútíðar undur. Hann er ein fyrimynd til íblástur hjá einum nýggjum ættarliði, sum vil seta síni spor.
Høvundurin er kandidatur í religiónssosiologi frá universitetinum í Oslo, har hansara granskingar av Haugevekingini og ávirkanin av henni á norska samfelagið, endaði við eini størri vísindaritgerð.
Hendan bókin er bygd á tær granskingarnar, umframt seinni granskingar av Haugerørsluni.