Forargeligt
“Hvat fært tú, tá ein av heimsins allarbestu gudfrøðingum greinar nakrar av allarbestu tekstunum í Bíbliuni? Hesa bókina.”
Mark Driscoll, pastorur við Mars Hill Church, Seattle, og formaður fyri kirkjunetverkinum Acts 29
Jesu krossur og uppreisn eru forargilig: Ein livandi-og-doyggjandi-og-livandi Gud! Ein Gud, sum stendur okkum ímóti í síni vreiði, og sum kortini elskar okkum!
Ein krossur, har revsingin verður ásett – og borin – av Gudi!
Krossurin er fullur av speisemi: Alheimsins máttmikli, endurloysandi og trúverdi kongur gjørdist ein veikur, lítilsgjørdur og krossfestur frelsari – fyri okkara skyld. Jesus rópti: “Gud mín, hví fórt tú frá mær?” til tess, at Gud ongantíð í ævir skal fara frá okkum.
Tað er Carson, tá hann er best – dugnalig tekstgreining og boðan, gudfrøðilig tyngd og uppbyggjandi hiti, greið, skilagóð og djúptgravandi undirvísing.