Føroyskt Bíbliumál
Fyri 200 árum síðan fingu føroyingar sína fyrstu bíbliutíðing til ognar: Evangeliið eftir Matteus á føroyskum í týðing eftir J. H. Schrøter!
Tað var í 1823, at sjøtul varð settur á føroyskt skriftmál í bókaútgávu eftir naggatódn síðani Seyðabrævið frá 13. øld. Mentan og trúgv høvdu vit havt á føroyskum í hjarta okkara og á varrum okkara, men ikki fyrr enn tá í skriftmáli.
Bókarútgáva Schrøters var borin í hvørt hús í landi okkara, og bókin, tú heldur í hondini, er somuleiðis gáva til allar føroyingar. Føroyskt bíbliumál hevur havt stóra ávirkan á føroyskt skriftmál eins og á føroyskan málburð.
Í hesi bók sært tú fyri fyrstu ferð týðing Schrøters í føroyskum stavraði, og her finnur tú eisini tvær aðrar týðingar av Matteus evangeliinum, sum ikki hava verið á prenti áður: Tann endurskoðaða týðingin eftir Hera Tróndheim av Nýggja Sáttmálanum og týðingina hjá Hans J. Joensen av Matteus evangeliinum.
Í bókini eru eisini týðing Jákup Dahls av Matteusi, sum kom út 100 ár eftir týðingina hjá Schrøter, og tvær týðingar eftir Victor Danielsen av Matteusi frá ávikavist 1937 og 1949
"Føroyskt bíbliumál í 200 ár" er ein einføld og áhugaverd lýsing av bíbliumáli og skriftmáli okkara í 200 ár.