Víðari til innihald

Brud

200,00 kr

Skaldsøga. Lena er gift við Jesper. Saman eiga tey tvey børn. Tey eru virkin í kirkjuni, og alt sær út til at anda av friði og sælu. Men aftanfyri fasaduna lúra ósemjur, misskiljingar og hatur. Tá Lena á arbeiðsplássi sínum, kemur í prát við Mikkel, hittir hon í honum tann samrøðufelaga og tað mótspæl, sum hon hevur saknað so leingi...
– Hvør er hann? spurdi hann so skjótt, hon kom inn um hurðina.
– Hvør?
– Tú veitst væl hvat eg meini við, er tað ikki so?
Hon nikkaði. – Ein arbeiðsfelagi.
– Hví, Lena. Eg sum helt, at vit hava havt tað so gott hesa seinastu tíðina, men... Hann steðgaði og hugdi beint í gjøgnum hana.
Sá svikið og lygnirnar. Og hann gjørdist kaldur.
– Hvat vilt tú?

 

 

Rithøvundur: Inge Bøgel Lassen
Forlag: Lohse
Útgivin: 2020
Blaðsíður: 208