Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 300 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 300 kr.

Brævið, ið kom í skeivar hendur

Útselt
198,00 kr

Tú skrivaði ikki bókina. Hvussu kunnu tá atfinningarsamar skriftir ímóti mær, skrivaðar av tær, verða handaðar mær av øðrum? Hví finnast skriftir av tær í Italia, sum tú ikki hevur skrivað? Við hvørjum rætti krevur tú av mær, at eg skal svara upp á nakað, sum tú noktar fyri at hava skrivað? Eg eri ikki so býttur, at eg taki mær tykni av, at tú hevur øðrvísi hugsan enn eg; men tá ið tú finst harðliga at orðum mínum og noyðir meg at rætta tað, eg havi skrivað, tá særist vinskapurin, og neyðturviligar lógir verða skemdar. Ikki sømir seg, at eg skal vága at skriva nakað ímóti biskupi í kirkju míni, sum eg fór at elska, áðremm eg kendi hann, sum var hin fyrri at bjóða mær vinskap og sum eg frøddist um, tók upp arvin eftir meg og vaks í kunnleika um skriftirnar.

- úr 105. brævi Hieronymusar í forkunnuga brævaskiftinum við Augustinus - brævaskifti millum tvey av fornkirkjunnar stórmennum, ið kom at vara í samfull 25 ár.

 

Niðanfyri er leinkja til sendingina Credo, har Martin Restorff Jacobsen greiður frá um bókina:

http://kvf.fo/netvarp/uv/2016/04/29/brvi-sum-kom-skeivar-hendur#.V0LA67jhDIU

 

 

Rithøvundur: Martin R. Jacobsen týddi
Forlag: Føroysk kirkjumál
Útgivin: 2015
Blaðsíður: 153