En langt bedre vej
Tað gongur skjótt í hesum tíðum: Í 2012 gjørdist tað møguligt hjá tveimum av sama kyni at giftast í donsku fólkakirkjuni. Í 2014 fingu Facebook brúkarar í Onglandi møguleika at velja millum heili 71 kyn. Millum 2008 og 2017 varð talið á umsóknum um skurðviðgerð í sambandi við kynsskifti í Ríkissjúkrahúsinum fimmfaldað.
Spurningar um kyn og seksualitet eru frammi allatíðina. Mong meta hesa gongdina sum eitt tað størsta framstigið í okkara tíð, og at hetta førir til ein frælsari og rúmligari heim.
Men kanska hevur hendan gongdin eina baksíðu.
Í bókini vísir høvundurin á eina aðra visjón fyri kyn og seksualitet, sum fastheldur siðbundnu virðini sum kærleika, hjúnalag og tey tvey kynini uttan harvið at gerast nostalgisk og afturlítandi.
Vit hava nevniliga onga gleði av at ferðast frameftir við fullari ferð, um so er, at vit eru á tí skeiva vegnum...
Rithøvundur: Jacob Munk
Forlag: Credo
Útgivin: 2019
Blaðsíður: 251