Bedre sex...og mere af det
Hendan bókin fer at ávirka títt kynslív. Antin sum ein staðfesting og ein heit og takksom gleði um tað, sum alskhugur gevur tær og tínum hjúnafelaga, ella sum ein konkret hjálp til teir trupulleikar, tit kanska hava. Kanska fara tit at fáa størri frímóð ella hugskot til at økja spenningin og styrkja hugin. Kanska fara tit at halda, at neyðugar broytingar kunnu henda.
Praktiska vegleiðingin í bókini og nógvar venjingar hava til endamáls, at vit skulu smakka ta signing, sum Gud hevur lagt í kynslívið. Her er nakað at fáa, bæði fyri pør, sum eru á veg inn í samlívið og fyri pør, sum hava verið í gjøgnum lívsins mongu royndir saman.
Hetta er ikki ein bók, sum ein lesur úr enda í annan. Men sum handbók kann hon brúkast til at leita í og finna tað evnið, sum er relevant í eini ávísari støðu.
Bókin er merkt av fagligu vitan høvundans, av hansara terapeutisku royndum og av hansara kristnu trúgv.
Rithøvundur: Douglas E. Rosenau
Forlag: Lohse
Útgivin: 2015
Blaðsíður: 464