Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Gud, hvor jeg savner ham!

250,00 kr

“Ein heit, kærleiksfull og lívsklók frásøgn um álvarsliga sjúku og deyða hjá einum barni. Ósentimentalt, livandi og sera erliga greitt frá.
Hetta er ein av teimum bestu, erligastu og vísastu bókunum, eg havi lisið um sorg, vónloysi og vónina hóast alt. Her eru ongar einfaldar loysnir, men lívsvísdómur frá einum menniskja, sum hevur verið í hornatøkum við Gud”.
Henrik Stubkjær, biskupur í Viborg

“Sum eg eri glaður fyri, at henda bókin er komin út. Og sum eg eri keddur av, at hetta skuldi vera neyðugt.
Tí neyðug, tað er hon. Og bundin at gerandislívinum! Bæði í síni sorg, í sínum mótvilja móti sentimentaliteti, í longsli eftir meining og gleði, í síni vreiði og ørkymlan yvir ein tigandi Gud. Og Simon undrar seg yvir, hví Gud ikki tekur burtur hansara krabbasvull.
Trúgvin á Kristus er har framvegis. Avbjóðað – ikki sum ein veikari trúgv, men sum ein “trevsut sannføring”. Bókin er svár, langtandi og vónrík. Og væl skrivað”.
Leif Andersen, rithøvundur og lektor emeritus í praktiskari gudfrøði