Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Gnisten som traff Vigeland

250,00 kr

Meinigheitin í missiónshúsinum í Vigeland í Norra var bert eini 10 – 15 fólk, tá tey bjóðaðu til sunnudagsmøti einaferð um mánaðin. Men so hendi nakað.
Ein ókendur sangevangelistur við fáum royndum sum prædikumaður kom fram í november 2022 og eftirlýsti neistan í kristinlívinum – neistan, sum fær fram treysti og gleðina um at vera frelst. Neistan, sum heldur menniskju brennandi fyri Jesusi.
Tá neistin rakti Vigeland, gjørdist meinigheitin størri fyri hvørt vikuskifti, sum fór. At enda savnaðu møtini fleiri fólk enn tað vóru íbúgvar í lítlu bygdini. Missiónshúsið gjørdist ov lítið, missiónshúsið í grannabygdini gjørdist ov lítið, og sjálvt ítróttarhøllin gjørdist ov lítil, tá tað savnaðust 1800 fólk á møti. Fyri møtunum stóðu øll tey trúgvandi á staðnum saman – ikki navnið á einum prædikumanni ella á eini meinigheit.

Aftanfyri tær stóru fólkamongdirnar, sum savnaðust á stórmøtunum frá februar til august 2023, finnast søgurnar um tann einstaka, sum fekk eitt møti við Jesus, og sum broytti lívið, sum var grøddur, og sum fekk eina nýggja byrjan í lívinum.

Hendan bókin sigur frá um eitt missiónshús, sum ongantíð aftur verður tað sama – og um eina mongd av vanligum monnum og kvinnum, sum blivu broytt av vekingini í Vigeland.