
I sit billede skabte han dem
Ger Gud mun á monnum og kvinnum? Og um hann ger tað, hví ger hann so tað? Hvønn týdning hevur tað í veruleikanum? Og hvat gera vit við teir tekstir í Bíbliuni, har kvinnur eftir nútíðar meting verða órímiliga viðfarnar?
Høvundurin gevur einki lætt svar, men fer heilt aftur til fyrstu kapitlarnar í Bíbliuni og fylgir síðani frelsusøguni og kannar, hvønn serligan týdning kvinnurnar hava í Guds søgu við heiminum.
Í bókini sæst, at høvundurin hevur eina sterka sannføring um, at Gud er góður, og at kvinnur – eins væl og menn! – kunnu hava álit á, at tað at liva eftir hansara orði er til okkara besta.
Hetta er ikki ein bók bara fyri kvinnur, men sera góð fyri øll, sum stríðast við Bíbliunnar læru um, hvat tað ber í sær at vera kvinna í familju og meinigheit.