Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Mínar yndis-bíbliusøgur

149,00 kr

Hvussu var jørðin skapt? Hvussu vórðu trøini, mánin og djórini gjørd? Hvussu kunnu vit vita, um Gud lurtar eftir okkum, tá ið vit biðja? Og hvussu var tað gjørligt hjá Jesusi at stilla stormin og at gera mong onnur undur?

Í hesi bókini, Mínar yndisbíbliusøgur kanst tú læra svarini til hesar og nógvar aðrar spurningar, meðan tú lesur søgurnar úr Gamla og Nýggja Testamenti. Søgurnar eru sagdar fyri børnum í øllum aldri, og tær hava vakrar og lívligar myndir, sum vit kunnu hyggja at meðan vit lurta.

 

Nýggja barnabíblian hevur 36 søgur, ið eru lættskiljandi. Til hvørja søgu er ávísing til samsvarandi søgu í Bíbliuni, so eldri børn, kunna finna søgurnar í Bíbliuni og lesa víðari.

 

Týðari: Simona Johannesen
Forlag: Føroyska Bíbliufelagið
Útgivin: 2022
Blaðsíður: 182