Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Salt

250,00 kr

”Tey flestu kristnu halda, at tað er trupult at fortelja øðrum um Jesus. Um tú ert ein av teimum, er hendan bókin ein gáva til tín. Við eini røð av persónligum royndum gevur Rebecca Manley Pippert vegleiðing til at fáa góð prát um trúgv bæði við áhugaði og tey, ið ivast. Hon setur júst teir spurningar og viðgerð tær atfinningar, sum gera okkum mótleys og ótrygg, tá tað snýr seg um at deila evangeliið við onnur. Samstundis hevur hon í huga okkara verðsligu mentan og tær atfinningar, sum við ofta fáa frá umheiminum. Við at breiða út og greina eina langa røð av bíbilskum frásøgnum, vísir hon á ein veg at ganga, sum eg vænti at mong finna frímóð og gleði í. Hvør kapittul endar við spurningum til umhugsan, so bókin er sera vælegnað til lesna og kjak í felagsskapi.

”Salt” gevur dirvi og vón til ta uppgávu, øll kristin hava fingið álagt: At vera Kristi vitnir. Hervið viðmæld!”

Søren Aalbæk Rønn, studentaskúlalærari í Vestur- og Suðurjútlandi.
Customer Reviews
5,0 Based on 1 Reviews
5 ★
100% 
1
4 ★
0% 
0
3 ★
0% 
0
2 ★
0% 
0
1 ★
0% 
0
Write a Review

Thank you for submitting a review!

Your input is very much appreciated. Share it with your friends so they can enjoy it too!

Filter Reviews:
CM
11.13.2023
Carsten M.
Faroe Islands Faroe Islands

Salt: Bókin, sum gongur av sær sjálvari

Kanska er tað tíðarspilla at skriva hetta bókaummælið, tí tað endar nokk við, at bókin gongur av sær sjálvari. Longu tá eg hevði lisið 25% av bókini, noyddist eg at keypa eina aftrat og geva hana víðari. Nú er tað ein vika síðani, og í dag vóru eini boð á telefonini, tá eg vaknaði. Tann, sum hevði fingið bókina frá mær, skuldi keypa 5 aftrat, sum hon vildi geva víðari. Bókin er góð! Bókin er týdningarmikil! Í so stóran mun, at tú fært hug at geva øðrum hana. So, tá saman um kemur, nýtist ikki at skriva hetta ummæli. Hon gongur av sær sjálvari, og onkur, sum hevur lisið hana, fer at siga tær frá henni. Men bókin er ov góð til, at eg kann tiga, so nú fari eg at siga tær eitt sindur frá hesi bók, sum tú noyðist at ogna tær. Bókin eitur bara ”Salt”. Rithøvundur er Rebecca Pippert Manley, sum vit eldru minnast frá metsølubókini ”Ud af saltbøssen”. ”Salt” er skrivað til øll, sum vilja luta gleðiboðskapin við onnur. Men fyrst av øllum skalt tú lesa hana fyri sjálvur at hoyra gleðiboðskapin! Tí hóast bókin viðger evangelisatión, eru eingir ávísir hættir, sum siga tær, hvussu tú skalt gera. Nei! Rebecca Pippert leggur ikki í at gera eitt skema, sum sigur tær, hvussu tú fet fyri fet skalt møta øðrum við gleðiboðskapinum. Nei, tú mást møta tí einstaka menniskjanum, júst sum tað er! Einastandandi, skapað og elskað av Gudi. Hon vísir til prestin D.T. Niles, sum sigur ”Evangelisatión er, tá ein biddari sigur einum øðrum biddara, hvar matur er at finna.” Av hesum skilja vit, at tað týdningarmesta amboðið til missión er, at vit sjálvi hava tikið ímóti gleðiboðskapinum og skilja hann. Tí, sum hon sigur:”Skulu vit vera álítandi boðberar av tí áfatuliga gleðiboðskapinum, noyðast vit sjálvi at skilja hann og trúgva honum!” Tí snýr stórur partur av bókini seg um at hjálpa okkum at skilja gleðiboðskapin. Hon sýnir stórt innlit í tíðarandan, og hvussu hann ávirkar okkum øll. Eisini okkum kristnu! Og eg meti, at nógv fara at uppliva eina lívgevandi endurnýggjan av trúnni við at lesa ”Salt” Rebecca Pippert nýtir nógv góð dømi frá egnum lívi, og eru tey bæði rørandi, fjálgandi og kveikjandi. Hon sigur ongantíð:”Boðað gleðiboðskapin, nýt orð um neyðugt”. Tað er týdningarmikið at nýta orð! Tó sigur hon heldur ikki, at vit bara skulu rópa:”Vend um og trúgv” til øll tey, vit møta. Hon sigur, at best er at luta gleðiboðskapin við onnur, tá vit eru saman á sama støði, har vit síggja hvønn annan, sum tey, Gud hevur skapað okkum til at vera: Menniskju, sum eru elskað og knýtt at Gudi, sum luta náðina sínámillum. Hon vísir okkum tað sjálvmótsigandi í, at meðan menniskjað oyðileggur seg sjálvt í royndini at verða Gud, valdi Gud at gerast menniskja fyri at bjarga okkum. Ja, so lítil sum eitt gitið egg. Og tað er frígerandi, tá hon sýnir okkum, hví okkara sjálvsálit av røttum eigur at verða umskift við Guds-áliti. Samstundis sum hon vísir, at vit dagliga mugu biðja Gud leiða okkum til tey menniskju, sum hann vil, at vit skulu møta. Hetta kunnu vit gera uttan at óttast, hvussu fer at ganga. Tí eigur tú Kristus, ert tú ongantíð einsamallur. Kristus er altíð í tær. Og merkir hetta, at alt ber til. Eisini tá tú kennir tað sum, at tú ikki ert til reiðar at luta gleðiboðskapin. Hevur tú hugsað tær at luta gleðiboðskapin við onnur ella ikki, so skuldi tú lisið hesa bók, tí tú mást ikki missa tað gamla evangeliið, sum Rebecca M. Pippert boðar soleiðis, at tað gevur meining fyri nútíðar menniskju. So sært tú aftaná, um tú kanst lata vera við at geva tað, tú hevur fingið, víðari. Og til tín, sum fegin vilt luta gleðiboðskapin við onnur: Tá tú hevur lisið bókina sjálvur, meti eg, at tú hevur fingið betur innlit í okkara samtíð, og hvussu tann sorg og pína, sum herjar okkara avkristnaðað land, letur portrið upp fyri gleðiboðskapinum, Tú sært av nýggjum týdningin av, at biðja Gud leiða teg til tey menniskju, hann arbeiðir við júst nú. Og eg eri vísur í, at tú fært Guds-álit til at vera ljós og salt yvirfyri teimum, hann leiðir teg til.