Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Ole-Magnus Olafsrud: Har sum tú ert

Bókaummæli:

Bókin, sum hevur undirtittulin “Kristin í gerandisdegnum”, byrjar við orðunum: ‘Men hendan dýrgripin hava vit í leirkeri’ (2 Kor 4,7), og hesin fyrsti parturin snýr seg um tey menniskju, sum síggja út til at hava alt sítt uppá tað reina, men tá ein so kemur teimum nærri, til dømis í eini samtalu, ella er saman við teimum í øðrum høpi, so sær ein, at tey eru líka sárbær sum vit onnur.

Og hvør er so okkara leiklutur? Jú, tað snýr seg meira um at vera enn at gera, um nærveru og at læra at skilja onnur, um tey so hava onnur sjónarmið enn ein sjálvur.

Bókin fortelur okkum eisini, at menniskju, sum ikki lesa Bíbliuna, síggja ofta ting, sum vit ikki síggja so væl, tí vit hava so lætt við, at fokusera uppá tey somu tingini og fáa ikki so lætt eyga á aðrar vinklar at síggja tingini út frá.

Í bókini verður eisini skrivað um relatiónir til Gud og tað andliga, relatiónir til okkum sjálv, til onnur og til sjálvt skaparverkið. Vit verða tikin heilt aftur til sjálva skapanina, og bókin fortelur okkum um, hvussu vit kunnu samanbera okkum við tey menniskju, sum livdu fyrr, og hvussu Gud kom inn í eina heidna mentan og tók sær av menniskjum ígjøgnum heilt vanlig menniskju, og at hann ger tað sama nú.

Bókin heitir á okkum um at vera aktiv í heiminum, hóast vit ikki eru av heiminum. Jesus varð sendur í heimin til at koma menniskjum nær, og vit skulu somuleiðis koma hvør øðrum nær og knýta vinabond, eisini við tey, sum ikki eru knýtt at kristindóminum.

Markirnar eru stórar, men arbeiðsmenninir eru fáir, segði Jesus. Hetta er eisini satt í dag, men er kanska so, at nú eru arbeiðsmenninir upptiknir av nøkrum øðrum.

Tað er umráðandi, at vit møta menniskjum, har ‘tey eru’, og ikki har, sum vit halda, at tey ‘skuldu verið’, ella har, sum vit sjálv vóru fyri fleiri árum síðani.

Jesus Kristus er svarið, men hvør er spurningurin? Vit mega ansa eftir, at tað ikki bara verður til turra teori, men at vit liva kristindómin inn í okkara gerandisdag. Serliga at vera gestablíð og vinalig í okkara samveru við onnur. Tað er serliga í okkara gerandisdegi, at tað er umráðandi at vísa menniskjum, at vit eru eitt ljós fyri Jesus.

Hetta er ein sera góð bók, sum sigur nógv um okkum sjálv, og hvar vit eru andliga. Hon eggjar okkum til at møta menniskjum, har tey eru, og á tí støði, sum tey nú einaferð eru á.

Bókin gevur nógv góð ráð og hugskot til, hvussu vit kunnu víðka okkara sjónarring andliga.

Ein bók, sum eg avgjørt kann viðmæla at lesa.

Gullak Hansen

---
Trýst her fyri at keypa bókina.

Næsta grein Einastandandi bók um trúvirðið í evangeliunum

Viðmerkingar

Richardcoage - 5 februar, 2021

очень интересно но чичего не понятно
_________________
Casino host dress code

MorrisDaw - 5 februar, 2021

Спасибо за пост
_________________
Jack’s casino enschede

Randysotly - 27 januar, 2021

спасибо интересное чтиво
_________________
pinup бет шумер – https://kazinopinup.onlinerealmoneygames.xyz, pinup бет юг.

KevinEvema - 27 januar, 2021

Огромное тебе СПАСИБО
_________________
pinup промокод от – https://kazinopinup.playtoprealmoneygame.xyz, pin up промокод фрибет.

WilliamRhirl - 26 januar, 2021

Огромное тебе СПАСИБО
_________________
пинап казино – https://kazinopinup.realmoneygamestop.xyz, пинап казино скачать.

DennisBoUff - 24 januar, 2021

Спасибо, давно искал

DennisBoUff - 22 januar, 2021

очень интересно но чичего не понятно

Jesseslunk - 19 januar, 2021

Огромное тебе СПАСИБО

EthanMet - 17 januar, 2021

спасибо интересное чтиво
_________________
Бк пари матч вход

JosephHeext - 15 januar, 2021

Спасибо, давно искал
_________________
олимп бет скачать на пк

Skriva eina viðmerking

* Kravdir teigar